Noreg

  • Lofoten

Noreg, í talumáli ofta Norra, á gomlum føroyskum Noregur og Norðvegur; er kongsríki í Norðurevropa. Í eystri hevur Noreg mark við Svøríki, Finnland og Russland, í suðuri við Skagerrak, í norðri Barentshavið og vesturi er Atlantshavið. Høvuðsstaðurin í Noregi er Oslo. Landið er eitt av ríkastu londum í heiminum. Gott 5 400 000 fólk búgva í Noregi í 2021. Á meginlandinum búgva í miðal 14 fólk á hvørjum km2, men tað er ymiskt, hvussu tættbygt tað er. Teir norðastu partarnir eru fámentir, og fjølmentast er rundanum Oslofjørð. Eini 77 % av norðmonnum búgva ...Les meira

Noreg, í talumáli ofta Norra, á gomlum føroyskum Noregur og Norðvegur; er kongsríki í Norðurevropa. Í eystri hevur Noreg mark við Svøríki, Finnland og Russland, í suðuri við Skagerrak, í norðri Barentshavið og vesturi er Atlantshavið. Høvuðsstaðurin í Noregi er Oslo. Landið er eitt av ríkastu londum í heiminum. Gott 5 400 000 fólk búgva í Noregi í 2021. Á meginlandinum búgva í miðal 14 fólk á hvørjum km2, men tað er ymiskt, hvussu tættbygt tað er. Teir norðastu partarnir eru fámentir, og fjølmentast er rundanum Oslofjørð. Eini 77 % av norðmonnum búgva í býum ella í øðrum tættbygdum økjum. Góð 23 % búgva í fámentum økjum.

Tað er langt land, sum smalkar ímóti norði. Har smalast er, eru bara 6,3 km frá sjónum og eystur at svenska markinum. Størsti parturin av landinum er fjallalendi, og fram við allari strondini er skergarður við túsundtals oyggjum. Norðuri í Íshavinum eigur Noreg oyggjarnar Jan Mayen, 550 km í ein landnyrðing úr Íslandi, og longur norðuri Svalbarð, sum er felagsnavn fyri Bjarnoynna og Spitsbergen, 3 stórar og nakrar lítlar oyggjar, tilsamans 61 229 km2. Langa strond Noregs er útnyrðingsmarkið á evropeiska meginlandinum.

Things to do in Noreg ?