Madagaskar

Madagaskar er ein oyggj í Afrika. Fólkið er komið bæði úr India og Afrika. Har eru bæði katolikkar og trúbótarmenn. Madagaskar er úti fyri eysturstrond Afrika. Alt síðan frumøld hevur oyggin verið avbyrgd frá øðrum londum, og tí eru plantur og dýr her, sum ikki eru nakra aðrastaðni í heiminum. Flestu fólk í Madagaskar eru bøndur, sum hvørt ár rudda sær eitt stykki at velta í. Týdningarmesta útflutningsvøran er vanilja, ið verður nýtt til ís, koladrykkir og køkubakstur. Siður er, at konufólkini hava prýðiligt og margbroytt hársnið, ið vísir, hvørji bygd tey eru úr.

Í 1896 løgdu...Les meira

Í 1896 løgdu fransmenn oynna undir seg og høvdu hana til 1961. Tá fekk hon sjálvstýri undir navninum Malaagssy. Í 1960 fekk Madagaskar støðu sum sjálvstøðugt ríki.